Føroyingar ætla at keypa íslendska partapeningin í Orkufelagnum

26.04.2023 - 08:43
AktueltVinna
Føroyingar ætla at keypa íslendska partapeningin í Orkufelagnum
Palli hjá Marionnu eigur øll partabrøvini í 27.juni 2007, sum liggur framvið at keypa 42 prosent av partapeninginum
Kappingareftirlitið skal taka støðu til, um smápartafelagið 27. juni 2007 kann yvirtaka íslendska partin í Orkufelagnum, sum eigur Magn.
 

Smápartafelagið 27.juni 2007 ætlar at yvirtaka partabrøvini hjá íslendska Skel Fjárfestingarfélag í smápartafelagnum Orkufelagnum.

Tað hevur Kappingareftirlitið fingið fráboðan um.

Talan er um 42 prosent av partapeninginum í Orkufelagnum. 

Orkufelagið eigur allan partapeningin í Magni.

Palli hjá Marionnu eigur øll partabrøvini í 27.juni 2007.

Kappingareftirlitið skal taka støðu til yvirtøkuna.

Tað vil hava møguligar viðmerkingar um yvirtøkuna í seinasta lagi 2.mai.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262