58 prosent av SEV-orkuni kom frá varandi orkukeldum

17.04.2023 - 17:19
AktueltUmhvørvi
58 prosent av SEV-orkuni kom frá varandi orkukeldum
Fyrsta ársfjóringin í ár komu ein góður helmingur av allari orkuni, sum SEV framleiddi, frá grønum orkukeldum
Nýggju vindmyllulundirnar í Suðurstroymoy hava muna væl í grøna orkurokniskapinum hjá SEV
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

58 prosent av orkuni, sum SEV framleidd í fyrsta ársfjóringi í ár, 

Tað skrivar SEV á heimasíðuni í dag.

Tó tarnaði kalda veðrið í mars serliga vatnorkuframleiðsluni.

Vatnorkan var ein lítil triðingur av samlaðu orkuframleiðsluni, meðan 26 prosent komu frá vindorku.

Hetta er munandi meira samanborið við fyrsta ársfjóring í fjør.

 

Vindmyllulundir muna væl

Tað eru tær báðar nýggju vindmyllulundirnar í Suðurstreymoy sum gera, at vindorkan er vaksin so lutfalsliga nógv, samanborið við fyrsta árfjóring í fjør, skrivar SEV.

30 gigawatt-tímar komu frá vindorku fyrsta ársfjóring, samanborið við slakar 16 gigwatt-tímar sama tíðarskeið í fjør.

Vit hava eisini brúkt meira streym í fyrsta ársfjóringi í ár enn í fjør.

Eftirspurningurin er øktur við sløkum 10 prosentum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262