Royna enn at finna semju

13.04.2023 - 10:20
AktueltVinna
Royna enn at finna semju
Fyri páskir slitnaðu samráðingarnar millum Flogskiparafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag. Semingsstovnurin var boðsendur, og seinnapartin fer hann at boða pørtunum á fund.
Enn er eingin semja funnin millum flogskipararnar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í.
 

Seinni í dag fer Semingsstovnurin at lata Flogskiparafelagnum og Føroya arbeiðsgevarafelag tilfar um ávegis semingsuppskot.

Samráðingarnar millum flogskiparar og arbeiðsgevarafelagið, sum Atlantic Airways er í, slitnaðu fyri páskir, og Semingsstovnurin var boðsendur.

Semingsroyndin, sum er á hotel Brandan í Havn, byrjaði týsmorgunin.

Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at í løtuni eru partarnir ikki saman.

Men seinni í dag fer Semingsstovnurin at boða pørtunum á fund og lata teimum tilfar at taka støðu til.

Sáttmálin, sum var, kom í 2019. Hann vardi til 1.apríl í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. oktober
Meg minnist - Petur Simonsen (3:5)
162938
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163586
Sunnudag 1. oktober
Credo: Guð hevur altíð verið trúfastur
163546
Sunnudag 1. oktober
Møti: Møti á Zarepta í Vatnsoyrum.
163524
Leygardag 30. september
Jambalaja 300923
163575
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262
Sunnudag 24. september
Andakt við Ellindi Abrahamsen
163261