Frakland vil hava meira kjarnorku

13.04.2023 - 10:25
AktueltUmhvørvi
Frakland vil hava meira kjarnorku
Meðan Týskland er í ferð við at lata síðstu kjarnorkuverkini aftur, vil Frakland hava enn meira kjarnorku framleidda.
 

Frakland vil hava meira streym frá teimum 56 kjarnorkuverkunum í landinum, - summi eru meira enn 40 ára gomul, skrivar le Figaro.

Sambært blaðnum, skulu almenna elfelagið EDF og kjarnorkutrygdarmyndugleikin ASF nú fáa greiðu á, hvussu meira fæst burturúr kjarnorkuverkunum.

Elsta franska kjarnorkurverkið varð tikið í nýtslu í 1979 og tað nýggjasta í 2002.

Fronsku kjarorkuverkini framleiddu í fjør 279 terawatt-tímar (TWh).

Við hjálp frá tøkniligari uppstiging, og tí at viðlíkahald tekur styttri tíð, og verkið tí er stongt styttri tíð, vóna myndugleikarnir at fáa millum 350 og 380 terawatt-tímar TWh um árið. 

Frakland hevur eisini seks nýggj kjarnorkuverk, sum eru í gerð, men hesi vera ikki liðug fyrr enn einaferð í 2030'unum.

Fleiri kjarnorkuverk í Fraklandi vóru stongd í fjør, tí trupulleiki var við rusti. 

Landið mátti tí innflyta streym úr Týsklandi, sum í hesum mánaðinum stongdir sítt seinasta kjarnorkuverk.


 

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 2. oktober
Norðurljóð 2.oktober 2023
163639
Mánadag 2. oktober
Til lukku við FM KÍ
163642
Mánadag 2. oktober
Biit 28. sept. 2023
163630
Mánadag 2. oktober
Millum, til, vegna, innan, uttan og føll
163623
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. oktober
Andakt við Tóru við Keldu
163608
Sunnudag 1. oktober
Guðstænasta úr Argja kirkju
163584
Fríggjadag 29. september
Veðrið
163552
Týsdag 26. september
Veðrið
163385
Mánadag 25. september
Møti úr Vitninum í Hvalba
163262