- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lønarsamráðingar byrja eftir páskir
04.04.2023 - 17:00
Aktuelt›Pengar
Lønarsamráðingar byrja eftir páskir
Fundur verður eisini við tey trý feløgini, sum hava fingið lovað lønarlyft frá landsstýrinum

Jan Mortensen er leiðari á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
Mikudagin eftir páskir byrja samráðingarnar millum Lønardeildina og tey fakfeløgini, sum fyrst standa fyri í samráðingunum, upplýsir stjórin á Lønardeildini, Jan Mortensen.
Feløgini eru Føroya Lærarafelag, Akademikarafelagið, Felagið fyri føroyskar sjúkrarøktarfrøðingar og felagið fyri lærarar á Vinnuháskúlanum.
Eftir fyrsta samráðingarfundin fer Lønardeildin á fund við tey trý feløgini, hvørs limir hava fingið lovað eitt lønarlyft frá landsstýrinum.
Tey feløgini eru Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelagið og Pedagogfelagið, sum umboðar bæði pedagogar og pedagoghjálparfólk.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV