- Tíðindi, mentan og ítróttur
Afturkalla vandamikið góðgæti
15.03.2023 - 08:36
Aktuelt›Heilsa
Afturkalla vandamikið góðgæti
Børn kunnu kvalast, tá tey eta Jelly góðgæti

Jelly góðgæti er vandamikið hjá børnum, tí evni í góðgætinum gera, at tey kunnu kvalast.
Heilsufrøðiliga starvsstova ger vart við, at børn kunna kvalast, tá tey eta Jelly góðgæti.
Orsøkin er, at evnini E410 og E407 er í góðgætinum.
Hesi evni kunna gera, at góðgætið bólgnar í svølginum, og tí kann barnið kvalast.
Tey, sum hava Jelly, skulu lata handlinum, har tey keyptu Jelly, góðgætið aftur, ella beina tað burtur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV