Serlækni: Lógin um fosturtøku er ótíðarhóskandi

09.03.2023 - 10:35
AktueltHeilsa
Serlækni: Lógin um fosturtøku er ótíðarhóskandi
Gamla lógin frá 1956 er ein trupulleiki fyri læknarnar, tí teir vera kriminaliseraðir, sigur Diana Reynstind
Diana Reynstind er serlækni.
 

Lógin um fosturtøku í Føroyum er ótíðarhóskandi, sigur Diana Reynstind, serlækni. 

Gamla lógin frá 1956 er ein trupulleiki fyri læknarnar, tí teir vera kriminaliseraðir, sigur Diana Reynstind.

Kvinnur skulu upplýsast um, hvat tað ber í sær, og hvørjar avleiðingar tað kann hava at fáa eina fosturtøku, sigur hon.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, sum starvsnæmingur okkara úr Hoyvíkar skúla, Eva Garoflou, setti saman:

 

0903_Diana_Reynstind_um_fosturtoku

 

Kvinnufelagið um fosturtøkulóg

Tað er ein grundleggjandi mannarættur at sleppa at ráða yvir egnum lívi. Henda rættin hava kvinnur í Føroyum ikki, tá tað snýr seg um fosturtøku.

Tí er málið um rættin til trygga fosturtøku í Føroyum tað týdningarmiklasta javnstøðumálið at fáa loyst, skrivar Kvinnufelagið í Havn í sambandi við kvinnudagin.

Verandi fosturtøkulóg í Føroyum varð sett í gildi fyri 67 árum síðani. 

Tað einasta rætta er, at vit fáa eina lóg í Føroyum, sum tryggjar, at tær kvinnur, sum ynskja tað, kunnu fáa trygga fosturtøku í Føroyum, sigur Kvinnufelagið í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 3. juni
Jambalaja 030623
157881
Leygardag 3. juni
Morgunlestur leygardagur 3. juni 2023
157632
Leygardag 3. juni
Upp á tá LIVE í Runavík
157870
Fríggjadag 2. juni
Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
157837
Nýggjastu sendingar í SV