- Tíðindi, mentan og ítróttur
Savna undirskriftir móti ætlan um landstøð í Hvalba
Klokkan hálvgum fimm seinnapartin fer bygdaráðið í Hvalba at viðgera eina broyting av byggisamtyktini av økinum við bátahylin í Nesi.
Orsøkin er ætlanir um at loyva Bakkafrosti at fylla ein part av bátahylinum í Nesi upp og byggja landstøð har.
Ikki øll í Hvalba eru so fegin um ætlanina, sum fer at minka bátahylin.
Martin í Nesi er ein av bygdaráðslimunum, ið ikki ætlar at atkvøða fyri at broyta byggisamtyktina. Hann sigur við útvarpið, at hann væntar, at fleiri borgarar møta upp á fundinum at mótmæla ætlanini.
Savna undirskriftir
Farið er undir at savna undirskriftir ímóti ætlanini, og 61 undirskriftir eru komnar, siga fólk, sum hava tikið stig til hana.
Tað er serliga staðsetingin, sum hevur elvt til misnøgd. Fólk stúra fyri, at bjargingarfelagið, sum hevur neyst og útgerð við bátahylin, og ferðavinnufelagið Lítla Dímun verða rikin úr økinum, tá ein partur av bátahylinum verður fyltur upp við gróti.
Tekningarnar eru ikki almennar enn, men borgarstjórin, Janus Thomsen, heldur ikki, at skaðin er so stórur.
Hann sigur, at málið er ikki liðugt viðgjørt, og hann sigur seg hava góðar vónir um verkætlanina.