Russland setur bann fyri at útflyta olju

bannari
Russland setur bann fyri at útflyta olju
Russiski forsetin Vladimir Putin hevur nú sett í gildi bann fyri at útflyta olju til lond, sum hava ásett prísloft fyri russiska olju
 
28.12.2022 - 07:44

Bannið kemur í gildi 1. februar og varar í fimm mánaðir til 1. juli, skrivar Reuters.

ES og G7-londini hava ásett 60 evrur sum hámarksprís fyri eina tunnu av russiskari olju. Prísloftið skal vera við til at minka inntøkurnar hjá Russlandi av at selja einum triðjalandi russiska olju.

Hámarksprísurin legst aftrat øðrum tiltøkum frá ES, USA, Kanada, Japan, Avstralia og Bretlandi móti Russlandi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968
Týsdag 5. mai
Veðrið
207947