ICES: Eingin toskaveiða undir Føroyum næstu tvey árini

29.11.2022 - 14:52
AktueltVinna
ICES: Eingin toskaveiða undir Føroyum næstu tvey árini
Gýtingarstovnurin er minkaður so nógv, at hann kemur væntandi ikki upp um minstamarkið næstu tvey árini, sigur havrannsóknarstovnurin
ICES mælir frá at fiska tosk á landgrunninum næstu tvey árini.
 

ICES mælir til, at toskur ikki verður fiskaður á landgrunninum næstu tvey árini.

Toskastovnurin á landgrunninum hevur verið søguliga lítil eftir 2005. Eftir ein lítlan bata í 2018 og 2019, er gýtingarstovnurin kortini vorðin so lítil, at hann væntandi ikki kemur upp um minstamarkið næstu tvey árini. 

Tessvegna er ráðgevingin givin fyri næstu tvey árini og ikki, sum vanligt, á hvørjum ári, upplýsir Havstovan.

Altjóða havrannsóknarstovnurin ICES kunngjørdi í dag nýggjastu ráðgevingina fyri tosk, hýsu og upsa í føroyskum havøki. Ráðgevingin byggir á nýggjastu stovnsmetingarnar av hesum fiskastovnum. 

 

Kunnu fiska meira av hýsu

ICES mælir til, at veiðan av hýsu í 2023 kann vera í mesta lagi 11.853 tons. Hetta er 37 prosent meira enn tilmælið fyri 2022. 

Føroyski hýsustovnurin var í tíðarskeiðnum frá 2008 til 2017 undir markinum, har serlig verjutiltøk eru neyðug. Hýsustovnurin kom upp um hetta markið í 2018, og hevur verið í vøkstri síðani.

Nýggjastu framskrivingarnar geva tó ábendingar um, at hesin vøksturin ikki verður so stórur, sum áður hildið.

 

Minni av upsa

Og ICES mælir til, at veiðan av upsa í 2023 kann vera í mesta lagi 17.843 tons. Hetta eru 52 prosent minni enn tilmælið fyri í ár. Orsøkin er, at upsastovnurin er minni enn áður hildið.

ICES mælir til, at veiðan av toski á Føroyabanka verður í mesta lagi 78 tons um árið næstu tvey árini. Hetta er fyrstu ferð síðani 2007, at mælt verður til at fiska tosk á Føroyabanka. 

Toskastovnurin á Føroyabanka hevur síðstu árini verið í vøkstri, og er hetta orsøkin til, at ICES mælir til eina varliga veiðu eftir toski á Bankanum.

Er kopiera

Sí eisini

Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. januar
Ljóarin 31. januar 2023
151764
Týsdag 31. januar
Mono 31. januar
151762
Týsdag 31. januar
Breddin: Bank Nordik og ADHD
151733
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430