Biskupur: Lítil tørvur á kapelli til jarðarferðir

29.11.2022 - 18:00
AktueltSamfelag
Biskupur: Lítil tørvur á kapelli til jarðarferðir
Jógvan Fríðriksson, biskupur, vil heldur hava eitt andaligt rúm á Landssjúkrahúsinum til onnur høvi
Jógvan Fríðriksson, biskupur, heldur ikki, at tørvur er á kapelli á Landssjúkrahúsinum til jarðarferðir.
 

- Lítil tørvur er á kapelli til jarðarferðir

Tað sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur, sum heldur vil hava eitt andaligt rúm á Landssjúkrahúsinum til onnur høvi. 

Heri Joensen og Sverri Steinhólm, prestar, siga við Kirkjutíðindi, at teir halda, at tørvur er á kapelli á Landssjúkrahúsinum.

 

Kapellið á Landssjúkrahúsinum hevur ikki verið brúkt til jarðarferðir síðani 2020.

 

Heri Joensen sigur við blaðið, at Landssjúkrahúsið eigur at hava eitt virðiligt kapell til taks, har næstringar kunnu siga sítt seinasta farvæl og leggja lok á kistuna.

Sverri Steinhólm, sum er sjúkrahúsprestur, sigur við Kirkjutíðindi, at hansara royndir eru, at tey allarflestu, ið standa teimum deyðu nær, vilja fegin hava eina løtu í kapellinum, sum vit kenna tað.

Men Jógvan Fríðriksson heldur, at leisturin við stórum bønarhaldum á Landssjúkrahúsinum er ikki serliga virðiligur hjá teimum avvarðandi. Tær stóru løturnar kunnu bíða til sjálva jarðarferðina, sigur biskupur.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

29112022_Jogvan_Fridriksson

 

Tað var í 2020, at leiðslan í Landssjúkrahúsinum stongdi kapellið. Tá var grundgivið við, at neyðugt var at forða fyri, at koronusmittan breiddi seg. 
 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 31. januar
Ljóarin 31. januar 2023
151764
Týsdag 31. januar
Mono 31. januar
151762
Týsdag 31. januar
Breddin: Bank Nordik og ADHD
151733
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430