Peningur til langhyl fíggjar størri barnafrádrátt

25.11.2022 - 08:18
AktueltPolitikkur
Peningur til langhyl fíggjar størri barnafrádrátt
Tórshavnar býráð hevur endaliga samtykt fíggjarætlanina fyri 2023
Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu næsta ár vera mettar til eina milliard og 240 milliónir kr.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 

Barnafrádrátturin í Tórshavnar kommunu verður 1.000 kr. størri enn upprunaliga ætlað næsta ár.

Hann verður 9.000 kr. 

Javnaðarflokkurin, Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin høvdu uppskot um tað á býráðsfundinum í gjár. Tað var einmælt samtykt.

Sambært uppskotinum vera seks milliónir, sum eru játtaðar til langhylin, tiknar haðani fyri at fíggja hækkingina í barnafrádráttinum.

 

Endaliga samtykt

Fíggjarætlanin hjá Tórshavnar kommunu var endaliga samtykt í gjár.

Inntøkurnar vera ein milliard og 240 mió. kr., 6,7 prosent størri enn í ár. Íløgur skulu gerast fyri 320 mió. kr.

Rakstrarúrslitið er góðar 267 mió. kr. fyri rentur og góðar 260 mío. kr. fyri avdráttir og íløgur.

Ætlanin er at fíggja innkomuvegin, talan er um  74,5 mió. kr., við lántøku, men higartil hevur hetta ikki verið neyðugt.

Tórshavnar kommuna skyldar átta milliónir krónur, men omaná kemur skuldin hjá Tórshavnar havn, sum er 229 mió. kr.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286