- Tíðindi, mentan og ítróttur
76 milliónir fleiri í kassan enn mett
24.11.2022 - 14:40
Aktuelt›Politikkur
76 milliónir fleiri í kassan enn mett
Partafelagsskatturin í Tórshavnar kommunu verður 37 milliónir kr. størri enn mett og kommunuskatturin 17 milliónir

Tórshavnar kommuna fær meira í kassan í ár enn mett, tá fíggjarætlanin var gjørd fyri einum ári síðani..
Inntøkurnar hjá Tórshavnar kommunu vera størri í ár, enn fíggjarætlanin fyri 2022 sigur.
Nýggjastu metingarnar siga 76 mió. kr. størri.
Millum annað partafelagsskatturin gevur 37 milliónir meira og kommunuskatturin 17 milliónir.
Fíggjarætlanin fyri 2022 kann tí gerast størri.
19 uppskot um at brúka pengar
Býráðið í Havn skal í dag taka støðu til, hvussu 45,1 mió. kr. av meirinntøkunum, sum ikki eru játtaðar enn, skulu játtast.
Meirilutin í fíggjarnevndini hevur 19 uppskot.
Gunvør Balle mælir til, at 10 mió. kr. vera brúktar til at útvega fleiri dagstovnapláss.
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV