Raðfestingar avmarka játtanina til Ítróttaháskúlan

22.11.2022 - 08:22
AktueltPolitikkur
Raðfestingar avmarka játtanina til Ítróttaháskúlan
Góðar fimm milliónir kr. eru settar av á fíggjarlógaruppskotinum fyri 2023
Virksemið á Ítróttaháskúlanum er vaksið nógv seinastu árini. (Savnsmynd)
 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið vildi gjarna latið Ítróttaháskúlanum í Vági fleiri pengar, men tillutaði kamurin til raðfestingar var avmarkaður, og gjørdar eru aðrar raðfestingar, sum brúk eisini er fyri.

Ráðið ásannar, at virksemið á Ítróttaháskúlanum er vaksið nógv og kundi vaksið enn meira, um játtan var til tess. 

Tað hevur Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fingið at vita frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum.

 

Fimm milliónir settar av

Í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2023 eru fimm milliónir og 91.000 kr. til Ítróttaháskúlan. Hann fekk fýra milliónir og 941.000 kr. í ár.

Aðrir háskúlar eru. Játtanin til háskúlar er 12 milliónir og 680.000 kr. í uppskotinum um fíggjarlóg.  

Uttanríkis- og Mentamálaráðið sigur, at verður virksemið minni enn væntað í onkrum av hinum háskúlunum, kann spurningurin um at veita Ítróttaháskúlanum eina eykajáttan viðgerast.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. januar
Meg Minnist - Karin Brattaberg (2:4)
151082
Sunnudag 29. januar
Bolero
151635
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta í Glyvra kirkju
151633
Sunnudag 29. januar
Credo :"Pápi var dupultagentur".
151552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430