ST: Bæði Russland og Ukraina pína fangar

bannari
ST: Bæði Russland og Ukraina pína fangar
Niðurstøðan kemur, eftir at ein sendinevnd hjá ST hevur verið í Ukraina og kannað málið
Í dag søktu russar at einum íbúðarhúsum í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv. ST sigur, at bæði Russland og Ukraina hava pínt fangar í krígnum, sum nú hevur vart í níggju mánaðir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
15.11.2022 - 14:02

Bæði Russland og Ukraina hava pínt krígsfangar í sambandi við kríggið í Ukraina, er niðurstøðan hjá hákommisserinum í mannarættindum hjá ST.

Tað skrivar Reuters. Kríggið hevur vart í níggju mánaðir.

Niðurstøðan kemur, eftir at ein sendinevnd hjá ST hevur verið í Ukraina og kannað málið. Sendinevndin hevur gjørt samrøður við fleiri enn 100 krígsfangar hjá báðum pørtum.

ST sendinevndin fekk ikki loyvi at gera samrøður við ukrainsku krígsfangarnir fyrr enn teir vóru latnir leysir, tí Russland bannaði ST atgongd til fangarnar, tá ið teri sótu í fongsli.

Sambært ST hava bæði londini pínt fangar við elektrosjokki

Russland vísir ákærunum aftur, og sigur seg hvørki hava pínt fangar ella farið illa við teimum.

Ukraina hevur fyrr boðað frá, at um fangar eru píndir, so verða øll brot kannað og rættarmál verða reist.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304