Íslendingar eru stórnýtarar av tíðindum 

Um KVFBloggur
Íslendingar eru stórnýtarar av tíðindum 
Tað eru serliga tíðindi á netinum, sum hava áhuga. Tíðindi á netinum eru tó ofta stutt og bera brá av at vera undirhaldandi, sigur miðlagranskarin Valgerður Anna Jóhannsdóttir
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11/11/2022 - 10:25

Íslendingar eru – fram um onnur í Norðurlondum – stórnýtarar av tíðindum. Ein kanning frá 2017 vísti, at heili 87 prosent av íslendingum lesa, hyggja ella lurta eftir tíðindum á ymsu miðlapallunum – bløð, útvarp, sjónvarp og alnet – fleiri ferðir um dagin. Í Svøríki leita 85 prosent upp tíðindi fleiri ferðir um dagin. Í Finnlandi er talið 77 prosent, í Norra 72 prosent, meðan 68 prosent av dønum lesa, hyggja ella lurta eftir tíðindum fleiri ferðir um dagin.

Íslendingar geva serliga tíðindum á netinum ans. 41 prosent siga, at netmiðilin er teirra høvuðsmiðil, tá tað snýr seg um tíðindi. 23 prosent nevna sjónvarpsmiðilin, 17 prosent nevna sosialar miðlar, 12 prosent nevna útvarp, meðan sjey prosent siga bløðini vera teirra fremsta tíðindamiðil. 

Miðlagranskarin Valgerður Anna Jóhannsdóttir vísir á, at tað eru netmiðlarnir hjá gomlu siðbundnu miðlunum sum t.d. RUV og Morgunblaðnum, sum standa seg best. Nakrir av siðbundnu miðlunum hava sostatt megnað at víðka virksemið á ein slíkan hátt, sum skapar áhuga hjá brúkarum fyri tíðindum á teirra heimasíðu.    

Tey ungu verða eisini drigin við

Talið av ungum, sum leita upp tíðindi fleiri ferðir um dagin, er eisini sera høgt. Tað kann tykjast løgið, tí tey ungu í Íslandi siga seg ikki hava eins stóran áhuga fyri tíðindum sum fólk í eldru aldursbólkunum. Miðlagranskarin Valgerður Anna Jóhannsdóttir heldur hetta hava samband við, at tey ungu longu frammanundan hyggja og lurta so nógv á alnetinum og eru stórnýtarar av snildfonum:

20220818_Midlaradstevna_Valgerdur_Johannsdottir_brot_1


Tíðindi á alnetinum eru stutt og bera brá av at vera undirhaldandi

Ein stór miðlakanning frá 2021 vísir, at 95 prosent av íslendingum brúka alnetið, tá fylgjast skal við í tíðindunum yvirhøvur. 80 prosent nevna sjónvarpið, 79 prosent sosialar miðlar, 68 prosent fylgja við í útvarpinum, 47 prosent lesa bløðini, og 28 prosent siga seg fylgja við í tíðindum gjøgnum poddvarp. 

Valgerður Anna Jóhannsdóttir sigur, at tað er ikki uttan týdning, at tað júst eru netmiðlarnir, sum draga flest brúkarar at sær. Sambært íslendska granskaranum eru tíðindi á alnetinum fyri tað mesta stutt og bera brá av at vera undirhaldandi. Harnæst verða tíðindini ikki sett í eitt størri høpi, og brúkarin kagar oftast skjótt víðari:

20220818_Midlaradstevna_Valgerdur_Johannsdottir_brot_2


Lurta eftir framløguni hjá Valgerð Annu Jóhannsdóttir niðanfyri. Meira tilfar frá miðlaráðstevnuni Miðlar á vegamóti er at finna her.

20220818_Midlaradstevna_Valgerdur_Johannsdottir
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. februar
LEITISSTEIN 31.01.2023 (Sakaris)
151878
Hósdag 2. februar
RagnarRokk 2.februar 2023
151399
Hósdag 2. februar
RagnarRokk: Mick Box um Chaos & Colour
151397
Hósdag 2. februar
Ljóarin 2. februar 2023
151886
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. februar
Foytar greyðir (2:3)
151840
Týsdag 31. januar
Jørðin II: Oyggjar (1:6)
119181
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640

Um kvf css