Álit føroyinga á KVF er vaksið

Um KVFTíðindi
Álit føroyinga á KVF er vaksið
77% siga seg hava stórt ella nokk so stórt álit á Kringvarpinum. Hetta er 4 prosentstig fleiri enn í seinastu kanning
 
11/08/2022 - 09:48

Sambært álitiskanning hjá spyr.fo fyri triðja ársfjórðing í ár er álitið á Kringvarpinum vaksið. 77% av svargevunum siga seg hava stórt ella nokk so stórt álit á Kringvarpinum. Tað talið var 74% í juni mánaði.

Tey, ið siga seg hava lítið ella einki álit á Kringvarpinum, eru somuleiðis eitt vet færri – 22,8% í øðrum ársfjórðingi og 21,4% í triðja ársfjórðingi. 

“Tað hevur stóran týdning, at vit varðveita eina sterka støðu í Álitisbarometrinum. Serliga er talið av svargevum, ið siga seg hava lítið álit á KVF sum tíðindamiðil, umráðandi at hava á einum so lágum stigi sum til ber, tí hesin bólkurin hevur lyndi at venda tíðindamiðlum bakið”, sigur Ivan Hentze Niclasen, kringvarpsstjóri.

Álitiskanningarnar í 2022 eru skipaðar eftir øðrum leisti enn undanfarin ár. Hetta er fyri at fáa meira eftirfarandi tøl og fyri at flokka eftir sama stiga sum í altjóða kanningum, t.e. ein stigi frá 1-5 í staðin fyri 1-7. Eisini verður spurt, hvar svargevarnir meta seg liggja politiskt á høgra/vinstra-ásinum og um útbúgving.

Miðlanýtslan er støðug

Tá ið spurt varð, hvussu ofta svargevarnir brúka pallarnar hjá Kringvarpinum, svaraðu 79,2%, at tey brúka KVF dagliga ella 3-5 ferðir um dagin. Hetta er ein lítil minking í mun til januar og juni mánað, sum var ávikavist 85 og 80,6%. Á talvuni niðanfyri sæst nýtslan av pallunum hjá Kringvarpinum býtt á høgru/vinstru sannføring. 87,6% av teimum, ið siga seg vera vinstravend, brúka Kringvarpið dagliga ella 3-5 ferðir um dagin. Hin vegin er talið 77,87% fyri tey, ið velja høgrumegin miðjuna.

Síðani februar 2016 hevur Spyr.fo regluliga kannað, hvussu tað stendur til við áliti føroyinga á Kringvarpi Føroya og øðrum miðlum. 500 fólk í aldursbólkunum 18-29, 30-44, 45-59 og 60-80 ár í øllum landinum verða hvønn ársfjórðing biðin um at meta um, hvussu stórt álit tey hava á føroyskum tíðindamiðlum.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. februar
LEITISSTEIN 31.01.2023 (Sakaris)
151878
Hósdag 2. februar
RagnarRokk 2.februar 2023
151399
Hósdag 2. februar
RagnarRokk: Mick Box um Chaos & Colour
151397
Hósdag 2. februar
Ljóarin 2. februar 2023
151886
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. februar
Foytar greyðir (2:3)
151840
Týsdag 31. januar
Jørðin II: Oyggjar (1:6)
119181
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640

Um kvf css