Fínteljingin broytti einki

bannari
Fínteljingin broytti einki
Kristianna Winther Poulsen fekk 50 atkvøður, sum Ingilín Didriksen Strøm av misgáum fekk valkvøldið. Men tær eru báðar í sama flokki
Frá uppteljingini í ítróttarhøllini í Havn valkvøldið. Fínteljingin í gjár broytti einki.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
03.11.2022 - 12:20

Fínteljingin eftir fólkatingsvalið broytti ikki valúrslitið.

Einasta stóra broytingin var, at Kristianna Winther Poulsen fekk 50 atkvøður, sum Ingilín Didriksen Strøm av misgáum fekk valkvøldið. Men tær eru báðar í sama flokki.

Valkvøldið hevði Ingilin 630 atkvøður og Kristianna 223. 

73 atkvøður vóru gjørdar ógildar valkvøldið.

Í fínteljingini í gjár var onkur teirra gjørd gildug, og onkur, sum var góðtikin valkvøldið, var gjørd ógildug í gjár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. mai
Morgunlestur fríggjadagur 24. mai 2024
175332
Hósdag 23. mai
RagnarRokk 23.mai 2023
174510
Hósdag 23. mai
RagnarRokk: Mark Tornillo um Humanoid
174509
Hósdag 23. mai
Jazzofonin - Ron Carter
175494
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 22. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
175403
Týsdag 21. mai
Veðrið
175373
Mánadag 20. mai
Suð í Keypmannahavn
175066