Føroyar varðveita somu kredittmeting

13.10.2022 - 11:34
AktueltSamfelag
Føroyar varðveita somu kredittmeting
Føroyar hava triðhægstu meting á ratingstiganum hjá Moody´s , sum hevur tilsamans 21 stig
Ratingin sigur m.a., hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda skuld aftur.
 

Føroyar varðveita somu kredittmeting hjá ratingfyritøkuni Moody´s.

Tað boðar Landsbankin frá.

Føroyar hava triðhægstu meting á ratingstiganum, sum hevur tilsamans 21 stig.

Kredittmetingin er Aa2, við støðugum útlitum, og dømi um onnur lond, sum hava hesa metingina, er Frakland.

 

Lán og skuld

Ratingin sigur, hvussu evnini hjá Føroyum eru at rinda skuld aftur.

 Tað hevur týdning at fáa eitt gott próvtal, tá eitt land skal biðja um lán uttanlands. Próvtalið hevur eisini ávirkan á rentuna, sum landskassin skal rinda fyri lánið. Tess betri próvtal, tess lægri renta, sigur Landsbankin.

Samanumtikið er grundgevingin fyri ratingina millum annað, at:

  • Føroyar hava fíggjarligt sjálvræði,
  • Føroyar hava eitt stórt minstagjaldføri (3 mia. kr.), sum minkar um endurfíggingarváðan
  • at skuldin ikki veksur í ár og næsta ár
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286