Smáu kommunurnar eiga meira enn tær skylda

11.10.2022 - 11:04
AktueltSamfelag
Smáu kommunurnar eiga meira enn tær skylda
Nettoognin hjá Fugloyar kommunu er næstan 142.000 krónur fyri fólkið, skrivar Hagstovan
Hattarvík. Nettoognin hjá Fugloyar kommunu er næstan 142.000 krónur fyri fólkið.
 

Bara átta kommunur í Føroyum eiga meira enn tær skylda.

Hetta eru alt smáar kommunur. 

Nettoognin hjá Fugloyar kommunu er næstan 142.000 krónur fyri fólkið, skrivar Hagstovan. 

Annars er nettoskuldarbyrðan hjá kommununum oman fyri 30 prosent. Hon var sløk seks prosent í 2017. 

Nógvar kommunur hava havt undirskot seinastu fýra árini.

Nettoskuldin fyri hvørt fólkið var næstan 16.000 krónur í fjør.

Vit skulu heilt aftur til 1999 fyri at finna eina størri nettoskuld, skrivar Hagstovan. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286