Bíðitíðin at verða útgreinaður fyri ADHD er 18-20 mánaðir

Bíðitíðin at verða útgreinaður fyri ADHD er 18-20 mánaðir
Forkvinnan í Sinnisbata sigur, at ein høvuðsorsøk til, at bíðilistin er vorðin so langur, er, at alsamt fleiri ungfólk venda sær til kommunulæknan
Bíðitíðin til barna- og ungdómspsykiatriina er 18 mánaðir.
 
10.10.2022 - 17:59

Alsamt fleiri ungfólk venda sær til kommunulæknan, og tað er ein høvuðsorsøk til, at bíðilistin í psykiatriini leingist í hvørjum, sigur Súsanna Olsen, forkvinna í Sinnisbata.

Bíðitíðin í psykiatriini fyri børn og ung er 18 mánaðir, meðan bíðitíðin hjá vaksnum, sum skulu útgreinast fyri ADHD, er umleið 20 mánaðir.

Ein orsøk er, at tað er neyðugt at raðfesta tey, sum hava tørv á bráðfeingis hjálp, sigur Tórmóður Stórá, leiðandi yvirlækni á Psykiatriska deplinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10102022_Psykiatri_og_Susanna_Olsen



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 14. juni
Veðrið
176746
Fríggjadag 14. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176707
Hósdag 13. juni
Sært tú fuglin? (3:3)
176671
Mikudag 12. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
176601
Týsdag 11. juni
Veðrið
176574