Javnaðarflokkurin á Fólkatingi viðgongur mistak í málinum um fosturtøku

03.10.2022 - 13:22
AktueltHeilsa
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi viðgongur mistak í málinum um fosturtøku
Hetta er ein keðiligur feilur, sigur Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður
Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður.
 

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur ikki grundarlag fyri at siga, at 60 kvinnur um árið fara til Danmarkar við tí endamáli at fáa fosturtøku. 

Hetta hevur Javnaðarflokkurin tó sagt tvær ferðir í sendingini "Góðan Morgun Føroyar" og eina ferð í skrivligum aftursvari til felagsskapin Pro Vita. 

Javnaðarflokkurin hevur bara hagtøl, sum siga, at 60 kvinnur, ið eru føddar í Føroyum, hava fingið framt fosturtøku í Danmark.

Hetta sigur tó einki um, hvørt tær eru búgvandi í Føroyum, ella um tær fóru úr Føroyum fyri at fáa fosturtøkuna.

- Hetta er ein keðiligur feilur, sigur Sjúrður Skaale, føroyskur fólkatingslimur:

 

03102022_Sjurdur_og_fosturtoka

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286