- Tíðindi, mentan og ítróttur
Upplýsingar frá Google Analytics enda ólógliga í USA
27.09.2022 - 12:20
Aktuelt›Tøkni
Upplýsingar frá Google Analytics enda ólógliga í USA
Viðgerðin av persónsupplýsingum er ikki sambærilig við okkara dátuverndarlóg, sigur stjórin í Dátueftirlitinum

Tóri Højgaard er stjóri í Dátueftirlitinum.
Dátueftirlit í fleiri evropeiskum londum hava kannað Google Analytics, og niðurstøðan er, at viðgerðin av persónsupplýsingum, sum fer fram, tá heimasíður brúka hetta amboðið, ikki uttan víðari er sambærilig við dátuverndarlóg.
Upplýsingarnar enda í USA.
Google er fevnt av amerikanskari lóggávu, sum gevur amerikanskum myndugleikum, m.a. løgregluni og fregnartænastum, rætt til at krevja upplýsingarnar.
Tí ber ikki til at tryggja rættindini hjá tí skrásetta á tann hátt, sum tann føroyska lógin og ES-lógin krevja. Á henda hátt verður flutningur av upplýsingum ólógligur.
Hoyr samrøðu við Tóra Højgaard, stjóra í Dátueftirlitinum:
Tori_Hojgaard_-_Samroda_klipt
Sí eisini
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV