Toskakvotan á Flemish Kap veksur eina helvt

27.09.2022 - 08:17
AktueltVinna
Toskakvotan á Flemish Kap veksur eina helvt
Føroysk skip kunnu fiska 1.363 tons næsta ár
Pison er eitt av frystilínuskipunum. Føroyska kvotan á Flemish Kap næsta ár verður 1.363 tons.
 

Føroyska toskakvotan á Flemish Kap verður 1.363 tons næsta ár, stív 50 prosent størri enn í ár. 

Føroyski luturin í toskakvotuni er 22,35 prosent.

Føroyar fáa eisini 193 tons av svartkalva og 69 tons av kongafiski á Flemish Cap.

Tað var avgjørt á ársfundinum hjá NAFO í Porto í Portugal.

NAFO er millumtjóða fiskiveiðufelagsskapur fyri útnyrðingspartin av Atlantshavinum. 

 

6.100 tons 

Tilmælið um mest loyvdu toskaveiðuna á Flemish Kap var 4.000 tons í ár. Flestu londini vildu ikki fara ov nógv upp um hetta talið næsta ár.

Men eftir drúgvar samráðingar eydnaðist at finna semju um 6.100 tons, sigur Uttanríkis- og Mentamálaráðið. 

Rækjustovnurin á Flemish Kap er ikki komin fyri seg.

Veiðibann var frá 2011-2019 og aftur í ár. Tað verður eisini næsta ár.

 

Fleiri lond í NAFO

Umframt Føroyar og Grønland, sum hava danska limaskapin, eru ES, Frakland fyri St. Pierre et Miquelon, Ísland, Japan, Kanada, Kuba, Noreg, Russland, Suðurkorea, Ukraina, USA og Stórabretland í NAFO.

Í føroysku sendinevndini vóru fólk úr Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, Fiskimálaráðnum, Vørn og Havstovuni. 

Uttanríkis- og Mentamálaráðið hevði samráðingarleiðsluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 26. november
Brunsj við Jóhan á Plógv
148542
Leygardag 26. november
Jambalaja 261122
148541
Leygardag 26. november
Upp á tá - 251122
148534
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 25. november
Andglettur: Miðflokkurin
148521
Fríggjadag 25. november
Fólkaflokkurin í Tinginum
148485
Hósdag 24. november
Framsókn í Andglettinum
148458
Hósdag 24. november
Val kring landið - Vestmanna
148430
Mikudag 23. november
Valfundur í Lívdini í Hoyvík
148403