Kunngera vinnaran fríggjadagin

Kunngera vinnaran fríggjadagin
Fýra arkitektasamtøk hava gjørt uppskotini um nýtt Tjóðleikhús
Uppskotini verða avdúkað fríggjadagin. Átta fólk manna dómsnevndina.
 
07.09.2022 - 13:44

Fríggjadagin kl 14 verður almannakunngjørt, hvør hevur vunnið kappingina um at tekna nýtt Tjóðleikhús á Bursatanga í Havn. 

Tað eru tey fýra arkitektasamtøkini Kontrast, MAP Arkitektar, SNA og Zeta Arkitektar saman við Brim Arkitektum, sum hava gjørt uppskotini. 

Henning Larsen North Atlantic var eisini undangóðkent at koma við uppskoti, men samtakið valdi ikki at lata nakað uppskot inn.

Ein dómsnevnd við átta fólkum hevur mett um tey fýra uppskotini, sum komu inn. Í dómsnevndini hava verið seks føroyingar og tveir útlendskir fakdómarar, sum Arkitektafelag Føroya hevur tilnevnt.

Tey átta í dómsnevndini eru: 

Bjarni Wilhelm - Formaður í bygginevndini fyri Tjóðleikhús

Poul Geert Hansen - Aðalstjóri í Uttanríkis- og mentamálaráðum

Jenny Petersen - Stjóri á Tjóðpalli Føroya

Ólavur Jøkladal - Formaður í Leiklistaráðnum

Birita Wardum - Býararkitektur í Tórshavnar kommunu

Bárður í Baianstovu - Landsverk

Ellen Marie Braae, landslagsarkitektur, professari Københavns Universitet- Fakdómarari - Tilnevnd av Arkitektafelag Føroya

Kjetil Trædal Thorsen, arkitektur MNAL, Snøhetta - Fakdómari - Tilnevndur av Arkitektafelag Føroya 

Uppskotini til nýtt Tjóðleikhús verða eisini sýnd fram fyri almenninginum.

Uppskotini verða sýnd fram í Müllers Pakkhúsi, Sigmundargøta 21 í Havn, frá fríggjadegnum kl. 15 til mikudagin 14. september.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819