Søren Pape Poulsen vil vera forsætisráðharri

15.08.2022 - 10:09
AktueltPolitikkur
Søren Pape Poulsen vil vera forsætisráðharri
Formaðurin í Konservativa flokkinum boðaði frá hesum á tíðindafundi fyri løtu síðani. Frammanundan er formaðurin í Vinstra eisini forsætisráðharraevni á borgarliga veinginum
Søren Pape Poulsen, formaður í Konservativa flokkinum, bjóðar seg nú fram sum borgarligt forsætisráðharraevni.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Formaðurin í Konservativa flokkinum í Danmark, Søren Pape Poulsen, bjóðar seg nú fram at vera forsætisráðharri eftir næsta fólkatingsval.

Fyri hálvum tíma síðani hevði Søren Pape Poulsen tíðindafund á Christiansborg:

 

16082022_Soren_Pape

 

Fólkatingsvalið verður í seinasta lagi 4. juni næsta ár, men valstríðið í Danmark er longu byrjað.

Radikali flokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini, heldur fast við, at Mette Fredriksen, forsætisráðharri, skal skriva út val í seinasta lagi 4. oktober, tá nýggja fólkatingsárið byrjar. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 29. januar
Meg Minnist - Karin Brattaberg (2:4)
151082
Sunnudag 29. januar
Bolero
151635
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta í Glyvra kirkju
151633
Sunnudag 29. januar
Credo :"Pápi var dupultagentur".
151552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430