U18-hondbóltsmenninir smurdu Serbia av

U18-hondbóltsmenninir smurdu Serbia av
Føroysku U18-menninir skrivaðu seinnapartin søgu, tá ið teir í EM-endaspælinum niðri í Montenegro vunnu á Serbia við fimm málum, 29-24.
Stórtalentið og toppskjúttin á U18-hondbóltslandsliðnum við monnum, Óli Mittún
Mynd: HSF á Facebook  
 
09.08.2022 - 17:00

Hondbólturin í Føroyum heldur fram við at bergtaka, tí seinnapartin skrivaðu U18-menninir søgu, tá U18-menninir úr stóru hondbóltstjóðini Serbia blivu smurdir av 29-14. 

Og tá ið Slovenia og Frakland samstundis spældu javnleik, 25-25, hava Føroyar longu vunnið henda millumbólkin, tí einki av hinum liðunum kann fáa Føroyar aftur.

Sostatt hevur dysturin ímóti Slovenia í morgin klokkan trý ongan týdning fyri endastøðuna hjá Føroyum.

Sigurin hevur tryggjað Føroyum minst 12. plássið, sum gevur atgongd til EM-endaspælið næsta ár og HM-endaspælið um tvey ár.

Hjalta Mohr Jacobsen, landsliðsvenjari, tók soleiðis saman um avrikið hjá U18-monnunum:

09082022_U18_HONDBOLTUR

 

Føroyskur toppskjútti var aftur hesaferð Óli Mittún, sum aftur í dag skjeyt 13 mál og enn einaferð hevur styrkt sær um støðuna sum toppskjútti í øllum EM-endaspælinum.

 

Málskjúttar hjá Føroyum:

Óli Mittún 13

Ísak Vedelsbøl 4

Búi Poulsen 4

Tróndur Johnsson 3

Rókur Ziskason 3

Trúgvi Hávardsson 1

Rói Hjaltason 1

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887
Mikudag 17. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173851
Týsdag 16. apríl
Veðrið
173819