Fráboðaða SAS-verkfallið: Freistin útsett til mánadagin

02.07.2022 - 10:36
AktueltVinna
Fráboðaða SAS-verkfallið: Freistin útsett til mánadagin
Samráðingarfreistin er á triðja sinni útsett. Hesa ferð í tveir dagar
Enn er óvist, um øll flogførini hjá skandinaviska flogfelagnum, SAS, verða sett. Fráboðaða verkfallið er fyribils útsett til mánadagin
Mynd: Savnsmynd  
 

Flogfelagið, SAS, og flogskipararnir hjá felagnum eru framvegis ikki samd um ein nýggjan sáttmála.

Tí hava partarnir longd freistina fyri samráðingarnar til mánadagin klokkan 12:01 danska tíð, stendur á heimasíðuni hjá SAS.

Triðja ferð, freistin er útsett

Upprunaliga var freistin fyri samráðingunum á midnátt týskvøldið, men í vónini um at semjast um nýggjan sáttmála, varð freistin longd til í gjárkvøldið á midnátt.

Heldur ikki tá eydnaðist pørtunum at semjast um ein nýggjan sáttmála, og freistin varð tískil útsett til klokkan 10 í morgun føroyska tíð.

Samráðingarnar millum SAS og flogskipararnar bóru ikki á mál, og partarnir eru samdir um at leingja freistina enn einaferð. Hesa ferð til mánadagin klokkan 11.

Ónøgd um løn í dótturfeløgum

Av tí at samband framvegis er millum SAS og flogskipararnar, er fráboðaða verkfallið hjá teimum umleið 900 flogskiparunum hjá felagnum eisini útsett, skrivar Ritzau.

Ósemjan snýr seg um, at flogskipararnir hjá SAS eru ónøgdir við, at flogskiparar hjá dótturfeløgunum SAS Link og SAS Connect fáa minni í løn, tá ið teir verða settir.

Keld Bækkelund Hansen hjá Dansk Metal, ið er samráðingarleiðari fyri flogskipararnar, vil ikki siga, hvørjir størstu knútarnir í samráðingunum eru.

SÍ EISINI Møguligt SAS-verkfall rakar føroysku flogferðsluna

– Tað fari eg bíða við at úttala meg um, til samráðingarnar eru komnar á mál. Vit skulu hava alt uppá pláss - eisini smálutirnar, sigur hann sambært finans.dk

Semjast partarnir ikki um ein nýggjan sáttmála, kann tað sambært SAS raka 200 - 250 fráferðir og 30.000 ferðafólk hvønn dag, skrivar Ritzau.

Tað fer eisini at raka føroyaflúgvingina hjá felagnum, fara flogskipararnir í verkfall, segði kunningarleiðarin við útvarpið týsdagin.

Greinin er dagførd 11:34.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. august
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
143022
Sunnudag 7. august
Møti úr Kristnastovu í Keypmannahavn.
142929
Leygardag 6. august
Morgunlestur leygardagur 6. august 2022
142558
Fríggjadag 5. august
Morgunlesturin fríggjadagur 5. august 2022
142557
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin 5:8
142875
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750