Ferðin á bilasøluni minkað

02.07.2022 - 14:02
AktueltVinna
Ferðin á bilasøluni minkað
Bilasølurnar í Føroyum seldu 12 prosent færri bilar fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í 2021
Færri nýggir bilar fingu nummarplátur fyrra hálvár í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør
Mynd: Savnsmynd  
 

Færri nýggir bilar verða nú seldir í Føroyum. Fyrra hálvár í ár skrásetti Akstovan 137 færri nýggjar bilar samanborið við sama tíðarskeið í fjør.

Í fjør skrásetti Akstovan 1.143 nýggjar persónbilar fyrstu seks mánaðirnar. Fyrra hálvár í ár var hetta talið 1.006, 137 færri akfør.

Í prosentum svarar hetta til, at 12 prosent færri nýggir bilar vórðu skrásettir í ár enn í fjør, vísa tølini fyri tíðarskeiðið 1. januar 2022 - 30. juni 2022.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 7. august
Guðstænasta úr Christianskirkjuni
143022
Sunnudag 7. august
Møti úr Kristnastovu í Keypmannahavn.
142929
Leygardag 6. august
Morgunlestur leygardagur 6. august 2022
142558
Fríggjadag 5. august
Morgunlesturin fríggjadagur 5. august 2022
142557
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin 5:8
142875
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750