G7-londini: Álop á handilsmiðstøð er krígsbrotsverk

bannari
28.06.2022 - 16:37
AktueltÚtheimurin
G7-londini: Álop á handilsmiðstøð er krígsbrotsverk
Minst 18 fólk eru deyð, og enn fleiri eru særd, eftir eitt rakettálop rakti eina handilsmiðstøð í býnum Krementjuk í Ukraina, har fleiri enn 1.000 fólk vóru savnað.
Bjargingarfólk í oyðiløgdu handilsmiðstøðini.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 

Eitt russiskt álop á eina handilsmiðstøð í býnum Krementjuk í Ukraina er krígsbrotsverk. Tað siga G7-londini í einari fráboðan, sigur tíðindastovan, AFP.

- Tilvildarlig álop á sivilfólk eru eitt krígsbrotsverk. Russiski forsetin Vladimir Putin og hansara fólk skulu ábyrgdast, ljóðar í fráboðanini.

Minst 18 fólk hava latið lív, og uppaftur fleiri eru særd. Talið á deyðum verður væntandi størri, skrivar BBC á netinum.

G7-londini endurtaka treytaleysa stuðulin til Ukraina, og tey ætla sær ikki at helma í áðrenn kríggið í Ukraina er av.

Tað var í gjár, at rakettir vóru skotnar eftir einari handilsmiðstøð í býnum Krementjuk, sambært Volodomyr Zelenskyj.

- Álopið var ikki eitt óhapp, men eitt tilætlað álop, sum skuldi raka handilsmiðstøðina, sigur ukrainski forsetin.

Meira enn 1.000 fólk vóru í handilsmiðstøðini, tá ið rakettálopið fór fram mánadagin, sigur Volodomyr Zelenskyj.

Forsetin í Fraklandi, Emmanuel Macron, sum eisini er á G7-toppfundi, hevur fordømt rakettálopið í gjár. Og tað sama ger Charles Michel, ES-forseti, sambært AFP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769