Zelenskyj: Afrika er gísli í krígnum

bannari
21.06.2022 - 08:33
AktueltÚtheimurin
Zelenskyj: Afrika er gísli í krígnum
Ukrainski forsetin sigur, at Afrika fer at merkja kríggið í Ukraina, tí russiski herurin forðar fyri, at korn verður útflutt
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur hildið røðu fyri Afrikansku Samgonguni um kríggið millum Russland og Ukraina. (Savnsmynd: AP)
 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur hildið røðu fyri Afrikansku Samgonguni. Í røðuni gjørdi hann greitt, at Afrika er gísli í krígnum í Ukraina.

Orsøkina segði hann vera, at russiski herurin forðar fyri, at korn verður útflutt úr Ukraina til nógv afrikansk lond, og tað fer at enda við eini matvørukreppu í afrikansku londunum, skrivar BBC.

Hann segði, at í Afrika kann tað tykjast sum kríggið er langt burturi, men skjótt hækkandi prísirnir á matvørum fara at merkja allan heimspartin og milliónir av afrikanskum familjum.

- Afrika er gísli hjá teimum, sum lupu á okkara land, segði Zelenskyj.

 

Væntar ógvuslig álop

Ukrainski forsetin sigur seg bera ótta fyri ógvusligum russiskum álopum, sum líður á vikuna. Orsøkina sigur hann vera, at ES-londini í vikuni skulu taka støðu til, um Ukraina skal fáa limaskap í ES.

Tann avgerðin hevur loypt hvøkk á Russland, og tí eru ógvuslig álop væntandi, sigur Zelenskyj.

Í røðuni í nátt, segði uklrainski forsetin, at harðir bardagar eru um býirnar Kharkiv og Odessa, og bardagar eru eisini í eystara partinum av Ukraina, skrivar The Guardian.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769