Verandi steypavinnarin møtir oddaliðnum í landskappingini

20.06.2022 - 20:22
ÍtrótturFótbóltur
Verandi steypavinnarin møtir oddaliðnum í landskappingini
NSÍ, sum vann steypakappingina í fjør, skal spæla ímóti oddaliðnum í landskappingini, KÍ í hálvfinaluni í steypakappingini við kvinnum. EBS/Skála og HB hittast í hinari
NSÍ vann steypakappingina í fjør, og í ár hitta tær KÍ í hálvfinalunum
Mynd: FSF  
 

NSÍ, sum vann steypakappingina í fjør, skal spæla ímóti oddaliðnum í landskappingini, KÍ, í hálvfinaluni í steypakappingini í fótbólti við kvinnum.

Tað er greitt eftir lutakastið í 3-2 í kvøld.

Í hinari hálvfinaluni spæla EB/Streymur/Skála og tapandi finalisturin frá í fjør, HB.

NSÍ og EB/Streymur/Skála hava heimavøll í fyrri dystunum, sum verða spældir 10. august, meðan KÍ og HB spæla heima í seinnu hálvfinalunum 15. september.

Drigið varð eisini um, hvør eigur heimvøll í sjálvari finalunu, og tað gjørdist vinnarin av dystinum millum EB/Streym/Skála og HB.

Finalan verður spæld 1. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769