Trý fólk ákærd fyri ætlanir um yvirgang í Danmark

20.06.2022 - 13:35
AktueltÚtheimurin
Trý fólk ákærd fyri ætlanir um yvirgang í Danmark
Fólkini, sum eru í 30-unum, hava verið varðhaldsfongslað síðani februar í fjør
Mattias Tesfaye, løgmálaráðharri, tekur undir við ákæruvaldinum um at ákæra fólkini fyri yvirgangsætlanir.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Ákærumyndugleikin í Danmark hevur nú ákært tveir menn og eina kvinnu fyri yvirgangsætlanir, upplýsir ákærumyndugleikin í tíðindaskrivi seinnapartin.

Ákærin heldur, at fólkini høvdu útvegað sær vápn, lóður og aðra útgerð til at framleiða bumbur, ið skuldu brúkast í einum yvirgangsálopi.

Tey trý fólkini, sum eru í 30-unum, vóru handtikin 6. februar í fjør, og tey hava verið varðhaldsfongslað síðani, skrivar Berlingske.

 

Tekur undir við ákærunum

Løgmálaráðharrin, Mattias Tesfaye, tekur undir við avgerðini hjá ákærumyndugleikanum um, at fólkini nú skulu ákærast fyri yvirgangsætlanir.

Ákærumyndugleikin heldur, at tey trý høvdu útvegað sær útgerðina, tí tey ætlaðu at framleiða eina ella fleiri bumbur, ið skuldu brúkast í álopum í Danmark ella uttanlands.

Tvey av teimum trimum fólkunum eru eisini ákærd fyri at hava hjálpt einum øðrum, sum hevur tilknýti til Islamskan Stat.

Rættarmálið móti teimum trimum fólkunum byrjar í rættinum í Holbæk í august.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. februar
LEITISSTEIN 31.01.2023 (Sakaris)
151878
Hósdag 2. februar
RagnarRokk 2.februar 2023
151399
Hósdag 2. februar
RagnarRokk: Mick Box um Chaos & Colour
151397
Hósdag 2. februar
Ljóarin 2. februar 2023
151886
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. februar
Foytar greyðir (2:3)
151840
Týsdag 31. januar
Jørðin II: Oyggjar (1:6)
119181
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640