FM-kappróðurin útsettur

19.06.2022 - 14:13
ÍtrótturKappróður
FM-kappróðurin útsettur
FM-kappróðurin á sundalagsstevnu í Hvalvík er útsettur til klokkan 16.
FM-kappróðurin í Hvalvík er útsettur í ein tíma
Mynd: Sára Jógvansdóttir  
 

FM-kappróðurin á sundalagsstevnu er útsettur í ein tíma.

Sostatt verður byrjað klokkan 16.00 og ikki klokkan 15.00, sum ætlanin var.

Tað hevur gingið illa hjá fleiri av barnamanningunum at loysa úr startinum, og hetta er orsøkin til seinkingina.

Róðrarlíkindini eru annars góð í Hvalvík í dag, og veðrið er av tí fagrasta.

Róðurin skuldi upprunaliga verða leygardagin, men orsakað av vánaligari veðurforsøgn varð gjørt av at útseta til í dag.

Róðurin kann síggjast í sjóvarpinum og verður eisini útvarpaður.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769