Bretskur herovasti: Russland hevur tapt strategiska stríðið

bannari
17.06.2022 - 08:30
AktueltÚtheimurin
Bretskur herovasti: Russland hevur tapt strategiska stríðið
Russland fer ongantíð at klára at taka alt Ukraina, sigur Tony Radakin, herovasti
Ein bretskur herovasti sigur, at Russland verður veikari, tá avtornar, tí Nato er sterkari, og nú vilja Svøríki og Finnland eisini sleppa upp í felagsskapin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Russland hevur tapt strategiska stríðið í Ukraina.

Tað sigur ovasti bretski herleiðarin, Tony Radakin, við tíðindastovuna, PA.

Hann sigur, at russiski herurin fer at møðast, tí honum vantar vápn og útgerð, og tí fer Russland ongantíð at klára at taka alt Ukraina, sigur herovastin sambært The Guardian.

- Russland hevur longu tapt strategiska stríðið. Nato er sterkari, og nú vilja Svøríki og Finnland gerast limir í Nato, so eingin ivi er um, at Russland verður veikari, tá avtornar, sigur hann.

 

Eitt mistak

- Putin, forseti, hevur nýtt ein fjórðapart av herinum til at leggja ein lítlan part av Ukraina undir seg, og 50.000 fólk eru deyð ella særd. Tí er talan um eitt mistak hjá Russlandi, sigur herovastin.

Hann viðgongur, at Russland ger framstig í Donbas-økinum, men tað hevur kravt nógv, og hevur havt álvarsligar avleiðingar.

Russiski uttanríkisráðharrin, Sergej Lavrov, segði í gjár í samrøðu við BBC, at Russland hevur ikki gjørt innrás í Ukraina.

- Vit gjørdu ikki innrás í Ukraina. Vit skipaðu eitt serligt hernaðarátak, tí eingin annar møguleiki var at siga vesturheiminum, at tað var skeivt at geva Ukraina limaskap í Nato.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769