Fyrsta føroyska almenna frástøðan

Um KVFTíðindi
Fyrsta føroyska almenna frástøðan
Á "savnandi savnsdegnum" fríggjadagin 3. juni fekk Tjóðsavnið handað ein serligan lut, sum ímyndar koronutíðina
 

Á stóra "savnandi savnsdegnum", sum varð hildin í Kringvarpinum fríggjadagin 3. juni, fekk Tjóðsavnið handað ein serligan lut, sum ímyndar koronutíðina og loysnir, ið vit sjálv funnu við stuttum skotbráði. Tað var koronustongin við mikrofon og einari hálvhosu fyri at verja ljóðið ímóti vindi. Hetta var ein loysn, ið verturin á sendingunum "Við Tórði á túri" fann beinanvegin, eftir at Kringvarpið setti umfatandi tiltøk í verk fyri at verja ímóti smittuni. Hendan loysnin slapp uttan um forboðið at fara út við mikrofon.

Tá Herleif Hammer, stjóri í Tjóðsavninum, hevði tikið ímóti hesum serliga luti, segði hann, at hetta er tann gripur á Tjóðsavninum, sum skjótast er komin í savnið, eftir at hann er gjørdur.

- Hetta er eitt dømi um, at okkara søga verður skrivað alla tíðina, segði Herleif Hammer.

Tað var Mass Hoydal, verkætlanarleiðari fyri Savnsgull, sum handaði Tjóðsavninum hendan sermerkta lut. Og í tí sambandi segði hann hetta:

 

Tá eg sá Tórð Mikkelsen standa við hesi heimagjørdu loysnini fyri at fáa sendingina ”Við Tórði á túri” at lukkast hóast stórar avbjóðingar, hugsaði eg, at hetta mundi vera tann fyrsta føroyska almenna frástøðan.

Sum tíðin leið, og vit komu gjøgnum koronutíðina, er hesin gripur blivin eitt tekin um hesa tíðina. Fyri at vit kundu steðga farsóttini at breiða seg, máttu vit í Føroyum bera skjótt at, eins og Tórður gjørdi við hesum gripinum. Hann tók eitt kustaskaft, gaffateypaði eina mikrofon fasta og smoygdi eina hosu omanyvir. Nú kundi frástøðan haldast.

Eg skal heilsa frá Tórði, ið er staddur uttanlands og tí ikki kundi handa gripin sjálvur, at konan Paula hevur bundið hálvhosuna.

Vit í Føroyum funnu føroyskar loysnir, har meginparturin av føroyingum kundi blíva kannaður fyri koronu eftir onga tíð. Tøkni bleiv brúkt í føroyskum hami. Eins og vit síggja á gripinum, har hosan, ið kona Tórð hevur bundið, er smoygd oman yvir tøknina, soleiðis at tøknin kann brúkast í Føroyum.

Eg fari at biðja Herleif Hammer frá Tjóðsavninum koma upp at taka ímóti hesum serliga gripi.

 

Stóri savnsdagurin, har øll søvnini í landinum vóru umboðað, varð hildin í forhøllini í Kringvarpinum.

Á myndini hevur Mass Hoydal, verkætlanarleiðari fyri Savnsgulli (vinstrumegin), júst handað stjóranum í Tjóðsavninum, Herleifi Hammer, lutin, sum ímyndar fyrstu almennu koronufrástøðuna í Føroyum.

(Mynd: Bjarni Rubeksen)

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 10. august
Morgunlestur mikudagur 10. august 2022
143008
Mikudag 10. august
LEITISSTEIN 09.08.2022 (Bjørt Lind)
143130
Týsdag 9. august
Botnstríðið harðnar
143083
Týsdag 9. august
Morgunlestur týsdagur 9.august 2022
143007
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750

Um kvf css