Stoltenberg: Kríggið kann gerast drúgt

bannari
03.06.2022 - 16:11
AktueltÚtheimurin
Stoltenberg: Kríggið kann gerast drúgt
Í dag eru 100 dagar síðani russisku innrásina 24. februar
Jens Stoltenberg er aðalskrivari í NATO.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, heitir í dag á lond í Vesturheiminum um at fyrireika seg til, at kríggið í Ukraina kann vara leingi.

Í dag eru 100 dagar síðani russisku innrásina 24. februar.

- Kríggið er vorðið eitt útlúgvingarkríggj, har ukrainar á hermótinum rinda dýrt fyri at verja sítt land. Men vit síggja eisini, at Russland er fyri stórum missi, sigur Stoltenberg.

Hann sigur, at Vesturheimurin má stuðla Ukraina fyri at tryggja best møguligan enda fyri landið.

- Okkara ábyrgd er at stuðla Ukraina. Flestu øll kríggj, og helst eisini hetta, fara fyrr ella seinni at enda við samráðingarborðið. Samstundis vita vit, at tað sum hendir við samráðingarborðið, er neyvt knýttat tí, sum hendir á hermótinum, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769