Stórur meiriluti fyri at sleppa fyrivarninum

02.06.2022 - 08:33
AktueltÚtheimurin
Stórur meiriluti fyri at sleppa fyrivarninum
Á fólkaatkvøðuni í gjár vóru 67 prosent vóru fyri at sleppa fyrivarninum um verjusamstarvið í ES, og 33 prosent vóru ímóti
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, fegnast um úrslitið av fólkaatkvøðuni í gjár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Danmark skal sleppa fyrivarninum um verjusamstarvið í ES.

Tað er greitt eftir fólkaatkvøðuna í gjár.

66,9 prosent vóru fyri at sleppa fyrivarninum og 33,1 prosent atkvøddu nei.

 

Týdningarmikið stig

- Tað er eitt týdningarmikið stig, sum danska fólkið hevur tikið, og eini greið boð til Vladimir Putin, forseta í Russlandi, at Danmark nú stendur saman við hinum londunum í Europa, tá talan er um verju, segði Mette Frederiksen, tá úrslitið varð almannakunngjørt.

Hóast fyrivarnið um verjusamstarvið nú verður sett úr gildi, skal fólkatingið í hvørjum einstøkum føri taka støðu til, um Danmark verður partur av tiltøkum, sum ES fer undir.

Valluttøkan var lítil á fólkaatkvøðuni í gjár, bert 65,8 prosent atkvøddu. Bara einaferð fyrr hevur valluttøkan verið minni. Tað var,  tá fólk skuldu taka støðu til patentdómstólin í 2014, skrivar DR.

Mette Frederiksen gjørdi greitt, at Danmark ikki hevur ætlanir um at seta onnur fyrivarni úr gildi, sum landið hevur mótvegis ES.

 

Valluttøkan á fólkaatkvøðuni í gjár var lítil, bara 65,8 prosent. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Fólkatingsval í heyst

Hildið verður, at nú fólkaatkvøðan um verjuna er av, byrjar valstríðið til fólkatingsvalið.

Nær tað verður, er ikki greitt, men val til fólkatingið skal vera í seinasta lagi um eitt ár.

Tosað verður um, at Mette Frederiksen kanska fer at framskunda fólkatingsvalið til í heyst.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 2. februar
LEITISSTEIN 31.01.2023 (Sakaris)
151878
Hósdag 2. februar
RagnarRokk 2.februar 2023
151399
Hósdag 2. februar
RagnarRokk: Mick Box um Chaos & Colour
151397
Hósdag 2. februar
Ljóarin 2. februar 2023
151886
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. februar
Foytar greyðir (2:3)
151840
Týsdag 31. januar
Jørðin II: Oyggjar (1:6)
119181
Sunnudag 29. januar
Andakt við Peter Fleetwood
151642
Sunnudag 29. januar
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
151640