Símun fekk Herðaklappið

Um KVFTíðindi
Símun fekk Herðaklappið
Kristiligt lurtara- og hyggjarafelag gav í ár Símuni J. Hansen Herðaklappið fyri sendingina Tempo
 

Kristiligt lurtara- og hyggjarafelag sigur um Herðaklappið, at felagsskapurin ynskir ikki bara at finnast at tí, sum er niðurbrótandi og ókristiligt í Kringvarpinum, men ynskir eisini at stuðla, stimbra og vísa virðing fyri teimum góðu, siðiligu og sømiligu sendingunum í KVF.

Herðaklappið kann vera latið starvsfólki ella fríyrkisfólki, sum ger sømiligar og siðiligar sendingar í Kringvarpinum.

Í grundgevingini fyri ársins Herðaklapp varð sagt, at Símun hevur í nógv ár gjørt sendingina Tempo. Ein sending, ið er uppbyggjandi, upplýsandi og spælir sera góðan andaligan tónleik, har tað eisini verður væl grundað við søgum, og hvat fyri boðskapur liggur aftan fyri tónleikin.

Í fjør fekk Tórður Mikkelsen Herðaklappið frá KLH fyri at vera dugnaligur at gera sendingar í eygnahædd og hansara serstaka máta at gera sendingar fólksligar.

KVF ynskir Símuni til lukku við Herðaklappinum frá Kristiligum Lurtara- og Hyggjarafelag.

 

Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750

Um kvf css