Dálking frá tunnilsarbeiði skal halda uppat

01.06.2022 - 13:32
AktueltSamfelag
Dálking frá tunnilsarbeiði skal halda uppat
Landsverk hevur av sínum eintingum ásett umhvørviskrøv í sambandi við tunnilsboring á landi
Dálking er staðfest í ánni og fjøruni í Árnafirði, sum stavar frá tunnilsarbeiðnum norður um Fjall.
 

Landsverk veit um dálkingina frá arbeiðnum upp á tunlarnar norður um Fjall, og hevur givið veitaranum boð um at fáa trupulleikan loystan.

Tað sigur Sigurd Lamhauge, stjóri í Landsverki.

Dálking er staðfest í ánni og fjøruni í Árnafirði, sum stavar frá tunnilsarbeiðnum. 

 

Frá tunnilsarbeiðnum norður um Fjall.

 

Eingin áseting er í umhvørvislógini um tunnilsboring á landi, og tí hevur Umhvørvisstovan ongar heimildar at hava eftirlit við tunnilsarbeiðinum, segði Ingvard Fjallstein á Umhvørvisstovuni við Dag og viku í gjár.

Sigurd Lamhauge sigur, at Landsverk av sínum eintingum hevur ásett umhvørviskrøv í útbjóðingartilfarinum, hóast ongar ítøkiligar ásetingar eru í umhvørvislógini um tunnilsboring á landi.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750