ES-lond avmarka oljukeyp úr Russlandi munandi

bannari
31.05.2022 - 09:26
AktueltÚtheimurin
ES-lond avmarka oljukeyp úr Russlandi munandi
Sætti pakkin av tiltøkum móti Russlandi kemur í gildi alt fyri eitt
Eisini forkvinnan í ES, Ursula von der Leyen, fegnast um semjuna, sum ES-londini hava gjørt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

ES-londini skulu gevast at keypa tveir triðingar av tí oljuni, sum tey nú keypa úr Russlandi. Tað samdust leiðararnir í ES um á fundi í gjárkvøldið.

Tað skrivar forsetin í ES, Charles Michel, á Twitter.

Og avgerðin fær gildi alt fyri eitt, leggur hann aftrat.

Tað fer at hava við sær, at Russland missir stórar inntøkur, sum landið brúkar í krígnum í Ukraina.

 

Størsti bankin eisini raktur

Leiðararnir í ES eru samstundis samdir um, at nokta størsta russiska bankanum, Sberbank, at nýta gjaldsskipanina, Swift.

Og tríggjar sjónvarpsstøðir, sum russar eiga, missa rættin at virka í Europa.

Talan er um sætta pakkan av tiltøkum, sum ES setir í verk ímóti Ruslandi.

Og samstundis sum ES samtykti tiltøkini, samdust londini eisini um at senda meiri hjálp til Ukraina. Í hesum umfarinum skulu níggju milliardir evrur latast Ukraina. Tað svarar til umleið 67 milliardir kr.

Eisini forkvinnan í ES, Ursula von der Leyen, fegnast um semjuna. Hetta fer at hava við sær, at londini í ES gevast at keypa 90 prosent av oljuni úr Russlandi, áðrenn árið er liðið, skrivar hon.

 

Ungarski leiðarin hevur verið ímóti ES-tiltøkum, men endin var, at Viktor Orban, í miðjuni, góðtók semjuna. (Mynd: Ritzau Scanpix)

 

Orban kundi góðtaka semjuna

Samtyktin var gjørd, hóast Ungarn hevur mótmælt leingi, tí landið hevur tørv á bæði olju og gassi úr Russlandi.

Ungarski forsætisráðharrin, Viktor Orban, sum samstarvar nógv við Vladimir Putin, forseta, kundi góðtaka semjuna, tí tiltøkini ikki fevna um olju, sum verður latin ígjøgnum rørleiðingar. Arbeitt verður við eini loysn á tí spurninginum, stendur í semjuni.

Ungarn keypir umleið 65 prosent av sínari oljunýtslu úr Russlandi, og tað kann landið fyribils halda fram við.

Slovakia og Kekkia hava eisini biðið um at fáa longri skotbrá, tí tey keypa eisini nógva olju úr Ruslandi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769