U18-hondbóltskvinnurnar skulu til HM-endaspælið í summar

30.05.2022 - 11:33
ÍtrótturHondbóltur
U18-hondbóltskvinnurnar skulu til HM-endaspælið í summar
Hondbóltssamband Føroyar boðar nú frá, at føroysku U18-kvinnurnar sleppa til HM-endaspælið sum avloysari fyri Russland
U18-hondbóltskvinnurnar, sum í summar skulu luttaka í HM-endaspælinum
Mynd: HSF  
 

Nú er greitt, at føroysku U18-kvinnurnar skulu til HM-endaspælið í Norðurmakedonia, sum verður leikt í tíðarskeiðnum 30. juli til 10. august.

Tað boðar Hondbóltsamband Føroya frá á Facebook. 

Føroysku kvinnurnar høvdu upprunaliga ikki kvalifiseraðar til HM-endaspælið, men av tí at Russland er útihýst úr altjóða hondbólti í løtuni, og at korona hevur argað undankappingar uttanfyri Evropa, er Føroyar næst í røðini til eitt pláss í HM-endaspælinum.

 

EHF Championship er atgongumerkið

Føroyska U18-kvinnurnar stóðu seg somikið væl til EHF Championship-kappingina í Georgia í 2021, har tær gjørdust nummar trý, at HM-plássið nú fellur í teirra lut.

Tað var upprunaliga bert vinnarin av hesari kappingini, sum vann seg til HM-endaspælið, meðan nummar tvey skuldi spæla um HM-pláss móti liðið úr øðrum bólki í EHF-Championship kappingini. Nú er greitt at nummar trý í kappingini eisini sleppur til HM.

Føroysku U18-kvinnurnar spældu í EHF Championship kappingini javnleik móti Serbia, og vunnu síðani á Estlandi og Italia í innleiðandi bólkaspælinum.

Føroyska liðið tapti síðani hálvfinaluna tepurt móti Hollandi, men liðið vann síðani dystin um triðja plássið móti Ukraina. Hesin sigurin hevur nú víst seg at vera avgerandi í, at liðið nú skal til HM-endaspælið. 

 

 

Aðruferð í søguni

Hetta er aðru ferð í føroyskari hondbólssøgu, at Føroyar skal til eitt HM-endaspæl. Fyrru ferð var í 2017, tá føroysku U21-mennirnir vunnu seg til HM í Algeria, har teir gjørdist nummar 16 av 24 liðum.

Føroyar hevur nú trý ungdómslandslið, sum skulu kappast á ovastu rók í summar. U18- og U20-menn skulu til EM-endaspælið í ávikavist Montenegro og Portugal, og nú skulu U18-kvinnurnar eisini til HM-endaspælið í Norðurmakedonia.

Lutakastið til U18 HM-endaspælið verður 3. juni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769