Fleiri hundrað túsund tons av korni í Ukraina rotna

bannari
27.05.2022 - 09:58
AktueltÚtheimurin
Fleiri hundrað túsund tons av korni í Ukraina rotna
Russland forðar fyri útflutningi, og úrslitið kann verða hungursneyð
Kornið frá í fjør er framvegis ikki selt og útflutt.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

At Russland forðar fyri flutningi í Svartahavinum, kann hava hungursneyð við sær kring heimin.

Avleiðingin er, at fleiri hundrað túsund tons av korni rotnar í Ukraina.

Vanligt hevur verið, at bøndurnir í syðra parti av Ukraina byrja at heysta hesa tíðina, men tað kunnu teir ikki í ár, tí kornið frá í fjør er framvegis ikki selt og útflutt.

Ukraina útflytir 70 prosent av korninum, sum verður heystað, og kornið mettaði 400 milliónir fólk í fjør, skrivar Sky News.

 

20 mió. tons eru strandað

Áðrenn Russland gjørdi innrás í Ukraina, útflutti landið 4,5 milliónir tons av landbúnaðarvørum um mánaðin, skrivar AFP.

Myndugleikarnir í Ukraina upplýsa, at 20 milliónir tons av matvørum eru strandaðar í landinum, og tað kann hava við sær, at fólk fara at svølta, og at hungursneyð kann gerast veruleiki.

Vanliga verður kornið útflutt úr havnini í Odessa, men innrásin hevur havt við sær, at har hendir einki. Eitt skip, sum í februar skuldi flyta 60.000 tons av korni úr Odessa til Egyptalands, lggur framvegis í Odessa.

Hildið verður, at 250.000 tons av korni hava ligið í havnini í Odessa í langa tíð.

 

ST-aðalskrivarin ávarar

Antonio Guterres, ST aðalskrivari ávarar um, at fólk ikki fara at fáa nóg mikið til matna, og kann hava hungursneyð við sær.

CNN vísti í vikuni myndir úr Sevastopol á Krim-hálvoynni, sum vístu russiskar hermenn lasta russisk skip við ukrainskum korni, og ukrainski forsetin hevur skuldsett Russland fyri at royna at selja ukrainska kornið.

Fæst kornið í ár ikki til høldar, so er vandi fyri, at nógvir bøndur fara á húsagang.

Ein teirra er hollendigurin, Kees Huizinga, sum kom til Odessa fyri 20 árum síðani.

- Fyri felagið og okkum merkir tað, at alt fer á húsagang, og 400 fólk missa arbeiðið. Fyri heimin merkir tað, at mattrot verður, sigur bóndin við Sky News.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769