14.000 mál um krígsbrotsverk í Ukraina

bannari
27.05.2022 - 11:00
AktueltÚtheimurin
14.000 mál um krígsbrotsverk í Ukraina
Ukrainski høvuðsákærin er í løtuni í London, har umrøtt verður, hvussu meira ferð kann setast á arbeiðið
Iryna Venediktova er høvuðsákæri í Ukraina.
 

Myndugleikarnir í Ukraina arbeiða við 14.000 málum, sum kunnu vera um krígsbrotsverk í Ukraina.

Tað sigur høvuðsakærin í Ukraina, Iryna Venediktova.

Hon er í løtuni á vitjan í London.

Har umrøður hon við bretskar myndugleikar, hvussu meira ferð kann setast á arbeiðið at fáa greiði á teimum nógvu skuldsetingunum um krígsbrotsverk.

Í løtuni eru um 14.000 mál um krígsbrotsverk, og hvønn dag koma fleiri fráboðanir, sigur Iryna Venediktova, við BBC.

Ukrinska ákæruvaldið er longu farið undir at viðgera mál um krígsbrotsverk. Fyri einari viku síðani játtaði ein russiskur hermaður seg sekan í einum máli, og í vikuni hava tveir russiskir hermenn aftrat gjørt tað sama, skrivar Reuters.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769