Ætlaðu at drepa Putin

bannari
24.05.2022 - 15:45
AktueltÚtheimurin
Ætlaðu at drepa Putin
Drápsroyndin miseydnaðist, sigur ovastin fyri fregnartænastuna í ukrainska verjumálaráðnum.
Tað hevur ikki borið til at fáa upplýsingarnar um drápsroyndina á Vladimir Putin, forseta, váttaðar.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Nógv bendir, at russiski forsetin, Vladimir Putin, var fyri drápsroynd fyri umleið tveimum mánaðum síðani.

Tað sigur Kyrylo Budanov, sum er ovasti fyri fregnartænastuna í ukrainska verjumálaráðnum, í samrøðu við ukrainsku Pravda-tíðindastovuna.

- Hetta var ein roynd at drepa Putin, men royndin miseydnaðist av álvara, sigur Budanov og leggur afturat, at talan er um upplýsingar, sum ikki fyrr hava verið almannakunngjørdar.

Tað hevur ikki borið til at fáa upplýsingarnar váttaðar. Heldur ikki hevur stjórnin í Moskva latið við seg koma.

Hvørki Budanov ella onnur hava lagt fram prógv fyri uppáhaldið um, at ætlanin var at drepa Putin, skrivar Ritzau.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769