Sjúkrahúsverkið ger umfatandi trivnaðarkanning

19.05.2022 - 08:15
AktueltHeilsa
Sjúkrahúsverkið ger umfatandi trivnaðarkanning
1300 starvsfólk eru á teimum trimum sjúkrahúsunum, og nú skal kannast, hvussu tey trívast
Trivnaðarkanningin skal geva eina mynd á øllum stigum hjá trivnaðinum hjá starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum. 
 

Sjúkrahúsverkið biður nú um tilboð um at gera eina umfatandi trivnaðarkanning.

Endamálið er at fáa at vita, hvussu tey 1.300 starvsfólkini á teimum trimum sjúkrahúsunum trívast, bæði sálarliga og í arbeiðinum sum heild.

Trivnaðarkanningin skal geva eina mynd á øllum stigum hjá trivnaðinum hjá starvsfólkunum í Sjúkrahúsverkinum. 

Harafturat skal hon nýtast sum eitt strategiskt amboð til at varðveita og styrkja Sjúkrahúsverkið sum eitt  dragandi og virkið arbeiðspláss, har trivnaður er í hásæti. 

Endamálið er eisini at síggja, hvussu væl virðini hjá Sjúkrahúsverkinum eru verksett, sigur Sjúkrahúsverkið í útboðstilfarinum. 

 

30-40 spurningar

Trivnaðarkanningin, 30 til 40 spurningar, skal vera í september í ár. Úrslitini skulu vera klár í oktober.

Starvsfólkini skulu vera dulnevnd í kanningini.  

Trivnaðarkanningin skal vera á minst tveimum málum, føroyskum og enskum.

Kunngjørt verður 22.juni, hvør fær arbeiðið at gera trivnaðarkanningina í Sjúkrahúsverkinum.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. januar
Foytar greyðir 1
151528
Týsdag 24. januar
Vísindavøka 2022
151430
Mánadag 23. januar
Møti úr Meinigheitshúsinum
151337
Sunnudag 22. januar
Hvør veit?
151287
Sunnudag 22. januar
Andakt við Tummas Jacobsen
151286