Pólland lovar at verja Finnland og Svøríki

19.05.2022 - 15:39
AktueltÚtheimurin
Pólland lovar at verja Finnland og Svøríki
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, vil hava limaskapin avgreiddan sum skjótast, men hann viðgongur, at tað kann verða torført, tí Turkaland er ímóti
Jens Stoltenberg, NATO-aðalskrivari, hevði tíðindafund í Keypmannahavn seinnapartin saman við Mette Frederiksen, forsætisráðharra.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 

Pólland fer veita Svøríki og Finnlandi trygd, verða londini álopin, áðrenn tey hava fingið limaskap í NATO.

Tað sigur pólski forsætisráðharrin, Mateusz Morawiecki.

- Eg meti limaskapin hjá Svøríki og Finnlandi í NATO vera eitt týðandi stig at økja trygdina í Evropa, sigur Morawiecki í dag við Reuters.

 

Fleiri lond vilja hjálpa

Svøríki og Finnland sendu sínar formligu limaumbønir til NATO í gjár, og fleiri lond hava seinastu dagarnar lovað báðum londunum at koma til hjálpar, verða tey álopin, áðrenn limaskapurin er avgreiddur.

Millum londini eru Bretland og norðurlondini í NATO, Ísland, Danmark og Noreg.

Turkaland vil ikki treytaleyst geva Finnlandi og Svøríki limaskap i NATO, og tað er ein meinbogi fyri tilgongdina at fáa limaskap.

Og hóast Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO, vil hava limaskapin avgreiddan skjótt, so má ivin hjá Turkalandi takast í álvara, segði hann á tíðindafundi í Keypmannahavn seinnapartin.

 

1528593

 

Svøríki og Finnland søgdu bæði fyrr í vikuni, at tey vónaðu at limaskapurin kann verða avgreiddur eftir einum ári, men á tíðindafundinum í dag kom fram, at Jens Stoltenberg vil at tað skal ganga munandi skjótari:

 

1528594

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491