Lutakast í Degi og Viku

19.05.2022 - 15:19
ÍtrótturFótbóltur
Lutakast í Degi og Viku
HB, KÍ, 07 Vestur og Víkingur vera í stóra glasbollanum, tá lutakastið til hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið verður í Degi og Viku í kvøld
Fýra lið eru í bollanum, tá lutakast verður í Degi og Viku í kvøld
Mynd: KVF  
 

Lutakast verður um hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið í Degi og Viku í kvøld klokkan 19.

Í gjár vunnu Víkingur, HB, KÍ og 07 Vestur í fjórðingsfinalunum í steypakappingini, og í kvøld skal kastast lut um, hvør møtir hvørjum í hálvfinalunum.

Fyrru hálvfinalurnar verða spældar mikudagin 7. september, og seinnu hálvfinalurnar eru á skránni mikudagin 5. oktober.

Finalan um Løgmanssteypið verður á Tórsvølli leygardagin 29. oktober. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 2. juli
Morgunlestur leygardagur 2.juli 2022
141508
Fríggjadag 1. juli
Summarmorgun 01. juli 2022
141705
Fríggjadag 1. juli
Morgunlestur fríggjadagur 1.juli 2022
141507
Hósdag 30. juni
RagnarRokk: Lips um Impact Is Imminent
139913
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 1. juli
Jól í tónleikinum
141718
Mánadag 27. juni
3-2
141573
Sunnudag 26. juni
Andakt við Róland í Skorini
141518
Leygardag 25. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2022
141491