FIFA og Qatar hava svikið arbeiðsfólkið

19.05.2022 - 10:01
ÍtrótturFótbóltur
FIFA og Qatar hava svikið arbeiðsfólkið
Fleiri mannarættindabólkar krevja, at FIFA mynduglkeikarnir í Qatar játta 4,3 milliardir krónur, so tey, sum eru deyð ella hava fingið skaða, meðan landið hevur fyrireikað HM
Mannarættindifelagsskapir harta FIFA og Qatar, fyri at hava svikið tey fólkini, ið hava bygt HM-leikvøllirnar
 

- FIFA og Qatar hava svikið fólkini, sum fóru til Qatar at arbeiða, so Qatar kann skipa fyri HM-kappingini í fótbólti. Men tey kunnu framvegis hjálpa teimum, sum eru skadd, og eftirsitandi hjá teimum deyðu, stendur í eini frágreiðing frá mannarættindafelagskapinum, Human Rights Watch.

Fleiri mannarættindabólkar krevja, at FIFA-mynduglkeikarnir í Qatar játta 4,3 milliardir krónur, so tey, sum eru deyð ella hava fingið skaða, meðan landið hevur fyrireikað seg til HM-kappingina í fótbólti, kunnu fáa endurgjald.

Amnesty International, felagskapurin, Fairsquare og aðrir mannarættindafelagskapir, taka eisini undir við atfinningunum.

FIFA, HM, Steyp

Frítekst tagging: 

 

6.500 deyð

Í februar í fjør almannakunngjørdi blaðið, The Guardian, eina kanning, sum staðfesti, at 6.500 fólk, sum vóru komin til Qatar at arbeiða, vóru deyð, síðani Qatar í 2010 fekk loyvi at skipa fyri HM kappingini í fótbólti í 2010.

Harumframt hava nógv túsund fólk ikki fingið nakra hjálp eftir at tey hava fingið skaða í Qatar, skrivar Human Rights Watch.

Felagskapurin sigur, at FIFA má seta minst 4,3 milliardir krónur av til fólkini, tí tað er sama upphædd, ið londini fáa, sum vera við í HM kappingini.

 

Úr Asia

Tey, sum byggja stóru vallirnar í Qatar, eru fyri tað mesta menn úr útsynningspartinum av Asia.

Bæði stjórin Í FIFA, Gianni Infantino, og leiðslan í Qatar, hava fleiri ferðir sagt, at arbeitt verður av øllum alvi, fyri at betra um umstøðurnar og trygdina hjá teimum, sum arbeiða í Qatar.

Hóast tað, so hava fleiri mannarættindafelagskapir víst á, at viðurskifiti framvegis eru út av lagi vánalig hjá teimum, sum arbeiða í Qatar.

HM kappingin í fótbólti í Qatar, byrjar 21. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. august
Úr savninum: Urtagarðurin 6:8
143136
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769