140 lærarar kappast um 30 føst størv

19.05.2022 - 08:53
AktueltSamfelag
140 lærarar kappast um 30 føst størv
Í løtuni eru 100 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi í fólkaskúlanum
Hetta skúlaárið eru 89 tíðaravmarkað størv í eitt skúlaár, komandi skúlaár eru tey 81. (Savnsmynd: Bjarni Árting Rubeksen)
 

140 lærarar skulu kappast um 30 føst størv næsta skúlaár.

Tað sigur Lærarafelagið.

Í løtuni eru 100 lærarar í tíðaravmarkaðum starvi í fólkaskúlanum. 

Harumframt koma 31 nýútbúnir lærarar úr Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum í summar. Og nøkur eru útbúgvin í læraraskúla í Danmark. 

 

Ov nógv tíðaravmarkað størv

Vanliga søkja flestu teirra starv alt fyri eitt. 30 føst størv eru leys at søkja.

Alt ov nógvir lærarar eru bara settir í starv í eitt ár, heldur Føroya lærarafelag.

Hetta skúlaárið eru 89 tíðaravmarkað størv í eitt skúlaár, komandi skúlaár eru tey 81.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (5:8)
142875
Týsdag 2. august
Úr savninum: Urtagarðurin (4:8)
142876
Fríggjadag 29. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142769
Fríggjadag 29. juli
Ólavsøkuguðstænasta í Havnar kirkju.
142767
Hósdag 28. juli
Upp á gólv - á ólavsøku
142750